Løgtingsval 2022

Umhvørvispolitikkur: Hvør hevur somu áskoðan sum tú?
Vit hava spurt valevnini, hvat tey halda um 16 ymisk umhvørvismál. Royn okkara umhvørvisquiz og finn útav, hvørjum tú ert mest samd/ur við
Cookies vera nýttar at skráseta navnleys data um luttøkuna. Trýstir tú omanfyri, góðtekur tú hetta.

Úrslit

Niðanfyri síggjast 10 av valevnunum, sum hava svarað mest sum tú í , men minst til - ikki øll valevni hava valt at luttaka í kanningini.
Trýst á vangamyndina fyri at síggja, hvussu valevnið hevur svarað. Valevni, sum ikki hava svarað, hava blankar profilar uttan mynd.

Valevnisyvirlit

Útgreining

Soleiðis hava vit gjørt


Hvør hevur orðað spurningarnar?
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag & Veðurlagslóg Nú! standa fyri kanningini. Endamálið er at geva valevnum møguleika at svara spurningum um umhvørvið, veðurlagsbroytingar og náttúruvernd, og at geva veljarum møguleika at finna valevnir, sum tey eru mest samd við.
Hvussu rokna vit, hvørjum tú ert mest samd/ur við?

Umhvørviskanningin kann ávirka, hvønn tú atkvøður fyri, so hetta er ein týdningarmikil spurningur.

Vit nýta ein einfaldan roknihátt, sum verður nýttur í øðrum líknandi valevnistestum, grundað á týsku Wahl-o-Mat. Hvør spurningur fær eitt virði frá 1 til 5, soleiðis at 1 merkir, at veljarin er púra ósamd/ur, 2: ósamd/ur, 3: veit ikki, 4: samd/ur og 5: púra samd/ur. Munurin millum svarið hjá valevninum og svarið hjá veljaranum verður roknaður út, soleiðis at um valevnið svarar 5 (púra samd/ur), og veljarin svarar 1 (púra ósamd/ur) er munurin 4.

At enda verða munirnir lagdir saman, og summurin avgerð, hvussu samdur veljarin er við valevnini (0 er 100% og 64 er 0%).

Hvør hevur luttikið?
Øll 169 valevnini, sum stilla upp til løgtingsvalið 2022, fingu høvi at svara spurnarkanningini.

Fyri at skipa átakið væl og tryggja, at rætti viðkomandi fekk leinkið til spurnarkanningina, valdu vit at gera eitt serstakt leinki til hvørt valevni og senda teimum leinkini beinleiðis. Flestu valevnini eru kontaktaði á Facebook, tí einki yvirlit yvir teldupostar hjá valevnunum finst. Summi eru tó kontaktaði umvegis teldupost.

Av teimum 169 valevnunum, valdu valevni at luttaka í kanningini, og tað er %.

Niðanfyri sæst luttøkan skift á flokk.
Nøkur fyrivarni
Tað er týdningarmikið, at tú ikki tekur hesa kanningina fyri meira, enn hon er. Vit kunnu ikki siga tær, hvørjum tú skalt atkvøða fyri, men vit vóna, at hendan kanningin kann vera við til at varpa ljós á støðuna hjá flokkunum og valevnunum innan umhvørvismál. Øll hava fingið í boði at luttaka.