Umhvørvispolitikkur: Hvør hevur somu áskoðan sum tú?
Vit hava spurt valevnini, hvat tey halda um 15 ymisk umhvørvismál. Royn okkara umhvørvisquiz og finn útav, hvønn tú ert mest samd/ur við
Cookies vera nýttar at skráseta navnleys data um luttøkuna. Trýstir tú omanfyri, góðtekur tú hetta.
Umhvørvispolitikkur - hvønn ert tú mest samd/ur við?
ÓSAMD/UR
SAMD/UR
ÚRSLIT
Niðanfyri síggjast 10 av valevnunum sum hava svarað mest sum tú, men minst til - ikki øll valevni hava valt at luttaka í kanningini. Trýst á vangamyndina fyri at síggja hvussu valevnið hevur svarað

Top 10 valevni

Útgreining

Soleiðis hava vit gjørt

Hvør hevur orðað spurningarnar
Trý feløg standa fyri hesari kanningini: Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Ringrás og Fuglafrøðifelagið.

Teir 15 spurningarnir sum valevnini fingu hava tey trý feløgini valt at seta. Tó at nógvir hava felagsáhuga, so eru eisini nakrir sum einstøku feløgini hava ynskt at sett. Upprunaliga vóru nógv fleiri spurningar men vit fingu kókað teir niður til hesar 15, fyri at tað vónandi ikki skuldi taka ov leingi at svara hjá valevnunum..

Onki valevni hevur verið við til at gera spurningarnar.
Hvussu rokna vit hvønn tú ert mest samd/-ur við?
Umhvørviskanningin kann ávirka hvønn tú atkvøður fyri, so hetta er ein týdningarmikil spurningur.

Vit nýta ein einfaldan roknihátt sum verður nýttur í øðrum líknandi valevnistestum, grundað á tí týsku Wahl-o-Mat. Hvør spurningur fær eitt virði frá 1 til 5, soleiðis at 1 merkir at veljarin er púra ósamdur, 2: ósamdur, 3: veit ikki, 4: samdur og 5: ósamdur. Munurin millum svarið hjá valevninum og svarið hjá veljaranum verður roknaður út, soleiðis at um valevni svarar 5 (púra samt) og veljarin svarar 1 (púra ósamdur) er munurin 4. At enda vera munirnir lagdir saman, og summurin avgerð hvussu samdur veljarin er við valevni (0 er 100% og 60 er 0%).
Hvør hevur luttikið?
Spurningar vóru settir til 162 valevni, og kanningin var opin frá 24. juli 2019 til 15. august 2019. Av teimum 162 valevninum, valdu 74 valevni at luttaka í kanningini. Niðanfyri sæst luttøkan fyri hvønn flokk.
Nøkur fyrivarni
Tað er týdningarmikið at tú ikki tekur hesa kanningina fyri meira enn hon er. Vit kunnu ikki siga tær hvønn tú skalt atkvøða fyri, men vit vóna, at hendan kanningin kan vera við til at varpa ljós á støðuna hjá flokkum og valevum í umhvørvismálum. 15 spurningar eru ikki nógvir, og tað merkir eisini at tað er væl sannlíkt at tú matchar við meira enn eitt valevni.
Gjørt hava:
Tórður Bærentsen – forritari
Sjúrður Hammer – Føroya Fuglafrøðifelag
Theresa Jákupsdóttir – Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Ingmar V. á Løgmansbø – Ringrás